Alsamt fleiri íbúðir í Norðoyggjum


“Vit síggja, at bæði eldri og yngri fólk spyrja eftir íbúðum í Norðoyggjum, serliga í Klaksvík. Tí er tað hugaligt, at fleiri íbúðarverkætlanir eru framdar seinastu árini, og aðrar eru í gerð. Tá fólk flyta í íbúðir, leysgevur hetta ofta eini sethús, sum barnafamiljur spyrja eftir, og tað er at frøðast um, nú trýstið á marknaðin er so stórt”, sigur lokali sølumaðurin hjá Betri Heimi, John Daniel De La Cruz Guðjónsson. 

Broytt bústaðarmynstur ávirkar bústaðarmarknaðin

Hóast vit hava fleiri búeindir fyri hvørt fólk í landinum í dag enn áður, eru færri búeindir fyri hvørt húski. Húskini gerast smærri og fleiri, og tað inniber, at fleiri møguligir keyparar ella leigarar verða fyri hvørja búeind.

Talið á búeindum í Føroyum er seinnu árini vaksið við hægri ferð enn fólkatalið. Í Suðurstreymoy er talið á íbúgvum pr. búeind fallið støðugt síðan 2016 orsakað av nógvari íbúðarbygging í høvuðsstaðnum.

Í Eysturoynni, har flest íbúgvar eru fyri hvørja búeind, er lutfallið lækkað tvey ár á rað, og í Norðoyggjum er tað lækkað líðandi síðan 2021.
 Hetta er jaligt, tí tað merkir, at fleiri búeindir eru fyri hvørt fólk í landinum. Tað skuldi gjarna havt við sær, at trotið á bústøðum, og harvið trýstið á bústaðarmarknaðin, minkar. 

Húskitalið veksur skjótari enn fólkatalið

Bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt seinnu árini. Húskini gerast smærri og fleiri, og tað hevur við sær, at talið á húskjum veksur lutfalsliga skjótari enn fólkatalið. Hetta sæst við, at talið á íbúgvum pr. húski lækkar.

Í Suðurstreymoy sæst gongdin týðiliga frá 2018. Tá vóru í miðal 2,9 fólk í hvørjum húski, meðan tað í fjør vóru 2,7 fólk í hvørjum húski. 

Í Norðoyggjum hevur gongdin verið meira líðandi, og í Eysturoynni hevur hon í fleiri ár verið tann øvugta, møguliga tí vantandi bústaðarmøguleikar hava gjørt tað trupult hjá ungum familjum at flyta í egnan bústað. Seinastu tølini benda kortini á sama rák sum í miðstaðnum. 

Tað er neyðugt við fleiri búeindum

Demografiska gongdin inniber, at hóast talið á íbúgvum pr. búeind fellur, heldur talið á húskjum pr. búeind fram at vaksa. Tað skapar avbjóðingar fyri bústaðarmarknaðin. Tí um hvørt húski er ein møguligur keypari/leigari merkir tað, at fleiri keyparar/leigarar eru til hvønn bústað í landinum. 

Hyggja vit at grannalondum okkara, er tað ikki nakað nýtt fyribrigdi, at húskini gerast smærri og fleiri. Vit hava onga orsøk at halda, at gongdin verður øðrvísi í Føroyum. Tað kemst tí ikki uttanum, at tørvur er á munandi fleiri búeindum, um vit skulu avmarka bústaðartrotið, og harvið tálma prísunum, komandi árini.
 

Alsamt fleiri íbúðir í Norðoyggjum

Seinastu fimm árini eru bygdar 80 íbúðir í Norðoyggjum. Hesar hava allar verið eigaraíbúðir. Íbúðir umboða í dag 6% av øllum búeindum í økinum, og býtið millum eigaraíbúðir og leiguíbúðir er á leið 60%/40%.

Fleiri stórar byggiverklætlanir eru í gerð í Klaksvík. Millum annað verða bygdar 31 leiguíbúðir Við Sandin, 24 eigaraíbúðir Oman Valrætt, 13 raðhús á Fossum, 6 leiguíbúðir í Kirkjubrekku og 6 eigaraíbúðir Eystan Garð, har aðrar 10 júst eru lidnar.