Um okkum
Í Betri Heim selja og virðismeta vit alla fasta ogn. Betri Heim er elsta ognarmeklarafelag í Føroyum við drúgvum royndum, og vit vita, hvussu torført tað kann vera at standa fyri øllum sjálvur.
Vit ráðgeva og vegleiða í sambandi við sølu og keyp og hava serkøn og útbúgvin sølu- og metingarfólk. Vit umboða í dag stóran part av marknaðinum og hava støðugt nógvar ognir á sølulista.
Grundvirðið okkara er at skapa álit millum seljara, keypara og okkum sum meklarar, so allir partar eru tryggir við handilin, fáa eina góða tænastu og kenna seg væl - eisini eftir, at alt er undirskrivað.
Í Betri Heim arbeiða vit virkið fyri at skapa:
Dygdargott arbeiði
Nøgdsemi
Gjøgnumskygni
Vit arbeiða støðugt við førleika- og virkismenning umframt við nøgdsemiskanningum, og vit vilja ganga á odda fyri ognarmekling og ognarmeting í Føroyum.
Selja?
Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvat loysir seg at gera. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar. Vit leggja storan dent á, at tað skal vera einfalt, trygt og ómakaleyst fyri teg at selja okkum. Umbið søluprát
Fígging?
Í Betri Banka hava vit ymisk lán til ymiskan tørv. Í okkara ráðgeving taka vit hædd fyri øllum viðurskiftum og hjálpa tær at finna fíggjarliga javnvág millum tíni bústaðarynski og alt annað, tú eisini droymir um.
Vit hjálpa tær fegin