Til tín, sum skalt keypa
Hevur tú sæð eitt heim, sum tú ert áhugað/ur í, kanst tú koma til opið hús ella avtala eina framsýning hjá okkum.
Tá ið tú finnur dreymaheimið, skalt tú ofta handla skjótt. Fyri at bjóða uppá eitt heim krevst, at tú hevur váttan um fígging frá tínum peningastovni. Tí er best, at tú hevur tosað við tín bankaráðgeva fyri at vita, hvussu nógv tú kanst keypa fyri.
Tað liggur á tær sum keypara at tryggja, at heimið, ið tú keypir, er í tí standi, tú væntar. Vit ráða tær tí til, at tú søkir tær stuðul, vegleiðing og ráðgeving frá fakfólki, sum tú kanst ráðgøra teg við, tá hugt verður eftir heiminum.
Soleiðis bjóðar tú uppá eitt heim
Tú kanst bjóða uppá eitt heim umvegis heimasíðuna soleiðis:
Rita inn á Mítt Betri Heim
Finn ognina undir Sølulisti
Trýst á Bjóða uppá heim
Fyll teigarnar út
Viðfest váttan um fígging frá tínum banka
Vel, hvussu leingi boðið skal vera galdandi
Vátta treytirnar og trýst á send
Tú kanst eisini bjóða uppá eitt heim við at lata inn boðskjal.
Heinta boðskjalið
Fyll út
Send boðskjalið til heim@betri.fo saman við váttan um fígging frá tínum banka.
Tú ert eisini vælkomin á skrivstovuna, so hjálpa vit tær.
Treytir og lógir
Boðið skal standa við í minsta lagi 48 yrkatímar, undantikið leygar-, sunnu- og halgidagar.
Minsta mark fyri hægri boðgeving er kr. 25.000, og kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðanfyri kr. 500.000.
Tá talan er um opið hús, verður tikið ímóti boðum aftaná, at opið hús er hildið.
Gev gætur! Boð eru einans galdandi saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni. Boð eftir kl. 16.00 gerandisdagar eru galdandi frá kl. 10.00 morgunin eftir. Til ber IKKI at bjóða við freist leygar-, sunnu- og halgidagar.
Keypið kann iðrast skrivliga innan 6 yrkadagar, frá tí at kunning er givin, ímóti at rinda 1% í viðurgjaldi av keypsupphæddini. Keyp til vinnulig endamál eru ikki fevnd av iðranarrættinum.
10. desember 2021 varð løgtingslóg nr. 158 sett í gildi um at keypa fastogn í Føroyum. Persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella áður hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, og ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt 5 ár, kunnu frítt keypa fastogn í Føroyum. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, sum hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu á sama hátt keypa fastogn í Føroyum. Er fastognin ognað sbrt. § 3 í lógini, krevst ikki loyvi. Onnur skulu søkja Føroya Landsstýri um loyvi.
Vilt tú fáa eitt prei?
Skráset teg hjá okkum, og ver fyrst at fáa prei um nýggj heim til sølu.
Skráset her