A (1)
Nýggj ogn

Rættargøta 3
490 Strendur

Opið hús

30. apríl við tilmelding.
Ring ella skriva til okkum á 348900 ella heim@betri.fo

Opið hús

30. apríl við tilmelding.
Ring ella skriva til okkum á 348900 ella heim@betri.fo

Kr. 3.995.000

Bjóða uppá ogn
  • 1983
  • 294 m2
  • 820 m2
  • 5
  • 2

Stutt um ognina

  1. Stór og góð sethús
  2. Jarðhiti
  3. Frálíkt útsýni og gott grundstykki

Stór og góð sethús í tveimum hæddum stutt frá dagstovni, skúla og handli. Grundøkið er heili 820m2. Runt húsini er væl hildin stór grasfløta. Húsini eru upphitað við jarðhita frá 2023. Í niðaru hædd er gjørt klárt til at gera sjálvstøða íbúð. Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.

Í niðaru hædd er durur, kamar, rúm/stova (klárt til at gera køk), baðirúm og kjallararúm. Í ovaru hædd er durur, gongd, 2 stovur, grovkøkur, hjallur, køkur, baðirúm, kamar, barnakamar, hjúnakamar v/baðirúm. Terassa og altan. Harumframt er hjallur/depot og góð garaga.

Tróndur Jensen

Tróndur Jensen

Sølumaður / Metingarmaður
T-post: trj@betri.fo


Trygging?

Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.

Vit hjálpa tær fegin