Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginHugnalig sethús á Mylnuvegi í Ljósáum.
Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt, og útsýnið er frálíkt. Sólargangurin er góður, og sethúsini fáa ljós stóran part av degnum.
Økið runt húsini er stórt við grasvølli runt um húsini. Uttanfyri eru fleiri hugnaligir sólarkrókar við góðum møguleikum fyri hugna og útilívi. Harafturat er eitt úthús.
Húsini eru innrættað í niðaru hædd við duri / gongd, baðirúmi og køki og stovu í einum.
Ovara hædd er trappugongd og 4 kømur.
Talan er um tvey matrikkul, ið verða seld saman, matr. 97 (276 m2) og matr. 248 (428 m2)
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin