Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginNýggj og væl innrættað íbúð í Hoyvík, stutt frá dagstovni, skúla og handlum. Íbúðin er í aðru hædd í væl bygdum íbúðarbygningi í trimum hæddum. Beint við er hugnaligt umhvørvi við hugnaligum gøtum, sum føra ein runt í umhvørvinum uppi í Hoyvík. Útsýnið er gott og frítt yvir nærumhvørvið og inn á Eysturoynna. Lyfta er í íbúðarbygninginum.
Íbúðin er innrættað soleiðis: Durur, baðirúm, køkur/stova, 2 kømur. Herumframt er eitt goymslurúm á 3m2 í somu hædd.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin