Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginSera hugnalig og sjarmerandi sethús í trimum hæddum, staðsett í friðsælum og náttúruvøkrum umhvørvi norðuri í Mikladali. Talan er um eina sjáldsama og serstaka ogn, ið sameinir siðbundnan føroyskan byggistíl við nútímans hugna og góðar umstøður. Húsini framstanda sera væl hildin við vakrari flagtekju og myrkum klædningi, ið falla natúrliga inn í tað føroyska landslagið. Staðsetingin er framúr – við opnum og ótarnaðum útsýni yvir Kalsoyarfjørð og fjøllini rundan um. Uttanfyri er hugnaligt og væl skipað útiøki við góðum møguleikum fyri friði, útiveru og hugna. Áin, ið rennur fram við húsunum, gevur staðnum eitt heilt serligt huglag - Ein sonn perla til tann, ið ynskir frið, náttúru og útsýni.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin