Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginVæl bygd og hugnalig sethús í tveimum hæddum, stutt frá dagstovni, skúla og handli. Snøgt øki uttanfyri við grasplenu og laðaðum garði kring húsini. Frálíkt útsýni er yvir bygdina og út á fjørðin. Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.
Í niðaru hædd er durur / gongd, baðirúm, stova og køkur í einum, umframt eitt fýrrúm/vaskirúm/goymslurúm. Í ovaru hædd er gongd, 2 kømur har eitt hevur atgongd til klædnarúm og eitt alrúm, sum fyrr hevur verið kamar - manglar hurð at setast í fyri at gera kamar.
Tilhoyrandi ognina er eitt stórt seyðahús og skúrur.
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um ognina við at trýsta á knøttin “Heinta sølutilfar”.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin