1

Bøgøta 3A
100 Tórshavn

Kr. 3.195.000

Bjóða uppá ogn
  • 1908
  • 101 m2
  • 83 m2
  • 2
  • 3

Stutt um ognina

  1. Hugnaligt
  2. Sentral staðseting
  3. Stutt frá øllum hugsandi stovnum og hentleikum

Hugnalig og dámlig eldri sethús í trimum hæddum. Sethúsini, sum upprunaliga eru frá 1908, blivu heildarumvæld í 1973. Eldri og søguligi býlingurin í Bø liggur væl fyri mitt í Havnini, stutt frá Vágsbotni og frálíku bátahavnini. Staðsetingin er sentral, og stutt er til lívliga og blómandi mentanar- og handilsumhvørvið. Serliga er hugnaligt at spáka sær ein túr í søguliga nærumhvørvinum. Runt sethúsini er tún og parkeringspláss.

Í miðhæddini er inngongd / gongd við lemmi og niðurgongd í kjallaran, køkur við trappu upp á loft og stova / alrúm. Á loftinum er trappugongd, 2 kømur og baðirúm. Í kjallaranum er inngongd / gongd / trappugongd, fýrrúm / arbeiðsrúm / tøkt rúm, vaskirúm / bryggers og vesi.

Kári Nielsen

Kári Nielsen

Sølumaður / Metingarmaður
T-post: kni@betri.fo

Rokna Bústaðarlán

Mánaðargjald

7.144,-

Mánaðargjaldið er grundað á:

Bústaðarlán (keypsprísur ÷ eginfígging)1.500.002 kr.
Eginfígging300.000 kr.
Afturgjaldstíð20 ár
Lánsgjald8.587 kr
Rentustuðul1.443 kr.
Fyrivarni: Útrokningin er vegleiðandi. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Betri Banka fyri at fáa eina neyva útrokning, sum tekur støði í tínum fíggjarviðurskiftum.

Trygging?

Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.

Vit hjálpa tær fegin