Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginHugnalig og dámlig eldri sethús í trimum hæddum. Sethúsini, sum upprunaliga eru frá 1908, blivu heildarumvæld í 1973. Eldri og søguligi býlingurin í Bø liggur væl fyri mitt í Havnini, stutt frá Vágsbotni og frálíku bátahavnini. Staðsetingin er sentral, og stutt er til lívliga og blómandi mentanar- og handilsumhvørvið. Serliga er hugnaligt at spáka sær ein túr í søguliga nærumhvørvinum. Runt sethúsini er tún og parkeringspláss.
Í miðhæddini er inngongd / gongd við lemmi og niðurgongd í kjallaran, køkur við trappu upp á loft og stova / alrúm. Á loftinum er trappugongd, 2 kømur og baðirúm. Í kjallaranum er inngongd / gongd / trappugongd, fýrrúm / arbeiðsrúm / tøkt rúm, vaskirúm / bryggers og vesi.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin