Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginFrálík, arkitektteknað og hugnalig sethús í trimum hæddum við íbúð í niðastu hædd. Húsini eru nýmótans, ljós og livilig. Uttanumøkið er snøkt við terassum, túni og grasfløtu. Í nærumhvørvinum kunnu góðir túrar gerast oman á støðna, framvið Sandá, í Sandagerð og eisini er skjótt at spáka sær víðari heim í býin.
Í miðhædd er inngongd / durur / garderoba / trappuuppgongd, baðirúm, køkur / alrúm / stova, 2 kømur og goymslurúm (fyrr trappa niðurundir) Í ovastu hædd er trappugongd / gongd / loftsstova, 2 kømur og baðirúm. Í niðastu hædd er íbúð: Inngongd / durur, køkur / stova / alrúm, kamar og baðirúm - Herumframt er goymslurúm / fýrrúm og vaskirúm og stórt opið rúm undir terassuni.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin