Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginStóra sjálvstøðuga íbúðin er í tveimum teimum ovaru hæddunum í dámligum og væl bygdum Norðsetur húsum. Økið uttanfyri er snøgt og liðugt við góðum parkeringsøki. Íbúðin liggur væl fyri í friðarligum og góðum umhvørvi við nógvum barnafamiljum. Útsýnið er gott og frítt yvir tað mesta av Skálafjørðinum. Íbúðin hevur egna inngongd og hevur tilhoyrandi garagu.
Íbúðin er innrættað soleiðis: Gong, baðirúm, hjúnarúm v/baðirúmi, kamar, stova v/atgongd til altan og hjall, køkur, vaskirúm og garaga. Í ovaru hædd er loftsstova, baðirúm og kamar.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin