Trygging?
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær feginEldri hugnalig sethús mitt í hjartanum av Sandavágs bygd. Húsini, sum eru í 3 hæddum, eru høvuðsumvæl og innrættað í gamlan stíl. Íbúð við egnari inngongd er í kjallarinum.
Av loftinum er gott útsýni yvir fjørðin og landslagið. Uttanfyri er gott parkeringspláss til 1 bil, og hugnaligt útiøki við góðum sólargangi.
Við staðsetingini mitt í bygdini er stutt at ganga bæði til ansingarstovn, spælipláss og fótbóltsvøll, umframt at sandurin og fjørðan eru beint við. Matvøruhandil er hinumegin vegin, og skúlabussur steðgar tætt við. Herumframt hoyra 2 hjallar til ognina.
Í miðhæddini er durur, gongd/trappugongd, køkur og stova í einum, kamar/kontór, vaskirúm/vesi.
Á loftinum er trappugongd/alrúm, 3 kømur og baðirúm.
Í íbúðini í kjallaranum er durur og køkur í einum, baðirúm, stova, 1 kamar og teknikrúm.
Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.
Vit hjálpa tær fegin