Skráset teg í okkara keyparasavni, og tú fært ein teldupost, tá heim verða lýst til sølu, ið hava tín áhuga og hóska til tín tørv.

Vit hava gjørt tað lætt hjá tær at velja, hvørji krøv tú setir til heimið, og hvørji eyðkenni og frámerki heimið skal hava. Tú kanst eisini velja út tíni yndisheim, so tú kanst fylgja við og fáa boð, tá boð koma o.a.

Teldupostar verða sjálvsagt ikki misnýttir ella útflýggjaðir 3. persóni. Vit loyva okkum tó at senda tær teldupost, um onkur av okkara skuffusølum hevur tín áhuga / tørv. Talan er um skuffusølu, tá ið seljarin ikki ynskir heimið alment til sølu, men biður okkum bjóða tað fram til møguligar keyparar, sum vit koma í samband við.