1
Nýtt heim

Millum Hjalla 46a
700 Klaksvík

Kr. 1.695.000

Bjóða uppá ogn
  • 2027
  • 85 m2
  • 260 m2
  • 2
  • 1

Stutt um ognina

  1. Møguleiki at seta egnan dám á
  2. Friðarligt og barnavinaligt umhvørvi við blindan veg
  3. Nýggj tvíhús í einum plani við góðari atkomu
Væl bygd og dámlig tvíhús í einari hædd, staðsett í barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Tvíhúsini verða handað innilokað, og keypari fær møguleika at seta egnan dám á. 
Húsini eru ikki innrættað og verða latin sum innilokað loysn. Uttanveggja eru tvíhúsini liðug. Uppskot / tekningar til møguliga innrætting eru við í keypinum. Í uppskotinum er durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, stova og køkur í einum. Herumframt er tøknirúm/úthús/vaskirúm omanfyri tvíhúsini.
Tvíhúsini væntast at verða liðug 1.septembur 2027.
OBS - myndirnar eru vegleiðandi.
John Daniel de la Cruz

John Daniel de la Cruz

Sølumaður / Metingarmaður


Trygging?

Vit ynskja øll tað sama – at seta føtur undir egið borð og kenna okkum heima. Men vit búgva í ymiskum húsum, og vit liva ymisk lív – og tað má síggjast aftur í tryggingunum.

Vit hjálpa tær fegin