Mynd (12)

Til tín, sum skalt selja Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar.

Hvussu gongur ein søla fyri seg? 

Fyrsta stigið er at venda tær til okkum, og vit taka eitt óbindandi og ókeypis prát. Tá práta vit um, hvussu ein søla fer fram, og tú kanst seta okkum teir spurningar, tú hevur. 

 

Síðani gera vit eina søluavtalu, sum lýsir sølugongd, prísuppskot, nær møgulig yvirtøka skal vera og annað viðkomandi. Ein søluavtala er galdandi í seks mánaðir við møguleika fyri at leingja.  

 

Vit taka okkum av øllum viðurskiftum í sambandi við søluna. Títt heim verður lýst til sølu á okkara heimasíðu og í viðkomandi miðlum.  

 

Tá ið keyparar hava víst áhuga fyri tínum heimi, skipa vit fyri framsýningum og sýna fram heimið í samráð við teg.  

 

Tú fært boð frá okkum, tá eitt boð er givið, og vit boða eisini øðrum áhugaðum frá hesum. Vit tryggja tær, at keyparin hevur fígging tøka, áðrenn boðið verður skrásett.  

 

Tá ið tú tekur av einum boði og harvið selur heimið, skalt tú skriva undir keypssáttmála og skeyti. Vit taka okkum av øllum tí praktiska og fíggjarliga aftaná.

Hevur tú longu keyparan til títt heim?

Lat okkum hjálpa við skeytinum og tinglýsing. Vit hjálpa og ráðgeva millum annað um at innfría trygdir, gera átekningar og avgreiða flytingar. Tit skulu einans skriva undir, og vit taka okkum av restini. 

Stendur tú fyri eini byggiverkætlan?

Vit vita, hvat fólk spyrja eftir, og vit hava staðið fyri sølum av fleiri smærri og størri byggiverkætlanum. Vit ráðgeva og vegleiða og hjálpa tær við at savna inn váttan um fígging frá keyparum, skriva keypssáttmálar, gjøgnumgongd og undirskriving av byggisáttmálum og skeytum og avgreiða tinglýsing.  

Vit hava drúgvar royndir við sølu av byggiverkætlanum.  

 
Vit hava keyparan

Niðanfyri kanst tú kanna, um vit hevur keyparar til títt heim. Fleiri hundrað keyparar eru skrásettir hjá okkum og leita møguliga eftir júst tínum heimið.

Fyll út teigarnar niðanfyri.

Selja?

Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvat loysir seg at gera. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar. Vit leggja storan dent á, at tað skal vera einfalt, trygt og ómakaleyst fyri teg at selja okkum. Umbið søluprát
Mynd (8)

Okkara heim er karmur um okkara lív, og tí búgva fleiri av okkara kærastu minnum saman við okkum í heiminum. Fyri okkum kann skeiva skápshurðin í kamarinum minna okkum um børnini, sum hava rokast og spælt har, og lampan, sum enn ikki er komin upp aftur í ganginum, kann minna okkum um, hvussu góð veitslan var. Hóast hesi kunnu vera góð minnir hjá okkum, ella okkurt vit ikki geva okkum far um, so hevur ein møguligur keypari ikki hesi minnini.

Skalt tú selja títt heim, mæla vit tær til at seta tíð av til at gera heimið klárt til sølu.

Vit hava savnað nøkur góð ráð, soleiðis at heimið hjá tær kann vísa seg frá síni bestu síðu.

  • Mála garðin - eigur tú máling eftir frá seinast, tú málaði garðin, trykkspula og mála garðin.
  • Lúka ókrút burtur - hampa um innkoyringina og heinta ókrút.
  • Slá grasið - einki er sum nýsligið gras, so set tíð av til tað.
  • Rudda bilhúsið - bilhús verða ofta nýtt sum goymslurúm til størri lutir. Goym ella bein burtur lutir, sum tú ikki brúkar. Tað er umráðandi at vísa á møguleikar við bilhúsinum, og tað ber best til, tá tað er ruddiligt.
  • Fríðka um uttanfyri - set urtapottar við úthurðina, spula tún og rudda kring ognina.
  • Tað fyrsta keyparin sær - dururin er tað fyrsta keyparin sær, tá ið hann traðkar inn um hurðina. Fá rúmið so lætt og ljóst sum gjørligt.
  • Rudda klæðir og taskur burtur - dururin er vanliga merktur av einum gerandisdegi við skúla- og ítróttartaskum, lyklatyssum og størri jakkum. Rudda burtur taskur og størri jakkar, so rúmið tykist stórt og svalligt. Lat fá pløgg hanga frammi.
  • Set skógvarnar pent - lat fá pør av skóm standa frammi og set tey fram við vegginum. Tá tykist tað rúmligari.
  • Køkurin skal vera innbjóðandi - tak eftir øllum yvirflatum eins og skápshurðum og komfýri.
  • Rudda køksamboð burtur - breyðmaskinan stendur kanska frammi í gerandisdegnum. Rudda køksamboð burtur, soleiðis at borðplássið sýnist størri.
  • Tøm ruskspannina - far út við ruskinum, so tað ikki luktar.
  • Húsdjór - hevur tú húsdjór, er tað umráðandi at tøma møguligan kettubakkan, vaska matskálir og dustsúgva djórahár.
  • Ger kaffi - tá ein keypari kemur at hyggja at tínum heimi, er tað annað enn tað, eyguni síggja, sum festir seg í minnið. Keyparar nýta allar sansir, og tí er umráðandi, at tað angar væl. Ger kaffi – tað er hugnaligt og angar væl.
  • Rudda burtur persónligt reinføri - tað er minni hugaligt at síggja brúkt rakibløð, hálvar sjampodunkar og leivdir av tannkremi í vaskinum. Rudda og vaska hetta burtur.
  • Lufta væl út - lat vindeygu upp og lufta út, so er frískligari.
  • Hang reint handklæði upp - tað fær baðirúmið at sýnast reint.
  • Vaska - vaska kummuna, brúsuna/baðikarið og vaskið.
  • Rudda skitin klæðir burtur - rudda kurvina við skitnum klæðum burtur.
  • Drag gardinur frá - loyv ljósinum inn og lufta væl út, so tað kennist frískligt at koma inn.
  • Reið songina - ger kamarið innbjóðandi við at reiða songina og legg seingjarteppi á, um tú eigur eitt.
  • Rudda klæðir burtur - legg klæðini saman, legg tey í klædnaskápið og rudda náttborðið.
  • Vaska vindeygu - loyv ljósinum innum, soleiðis at stovan tykist rúmlig. Tak eftir vindeygunum, so tú sært út – tað ger mun.
  • Hugna um - tendra ljós og set eina skál við onkrum leskiligum á borðið. Hampa um sofuna og legg pútur og teppir pent. Eru leikur hjá børnunum í stovuni, rudda tey í ein kassa.
  • Set blómur á borðið - heinta hagasóljur ella keyp eitt blómutyssi og set í ein vasa – tað fær lív og litir í stovuna.

Ger tær tankar um, nær ein møguligur yvirtøkudagur kann vera. Er lán í ognini, eru ymisk viðurskifti og møguligar freistir, sum tú skalt taka hædd fyri, áðrenn keyparin kann yvirtaka ognina. Set teg í samband við tín kundaráðgeva, sum kann vegleiða teg.

Tað fremur søluna, at heimið er ruddiligt og reint, og við at raðfesta góðu ráðini, økir tú um virðið á ognini. Tað er ikki neyðugt at gera stórar ábøtur ella umvælingar. Hugsa um hetta sum ein síðsta løta í tínum heimi, sum onnur nú fara at fáa gleði av.

  • Lufta væl út
  • Tak eftir við máling, har tørvur er á tí
  • Ger arbeiðið liðugt, sum er í gongd
  • Rudda og vaska
  • Slá grasið
  • Hugna um bæði innan og uttan
  • Smyr hurðar og vindeygu við olju, so tey ganga væl