At selja

Okkara heim er karmur um okkara lív, og tí búgva fleiri av okkara kærastu minnum saman við okkum í heiminum. Fyri okkum kann skeiva skápshurðin í kamarinum minna okkum um børnini, sum hava rokast og spælt har, og lampan, sum enn ikki er komin upp aftur í ganginum, kann minna okkum um, hvussu góð veitslan var. Hóast hesi kunnu vera góð minnir hjá okkum, ella okkurt vit ikki geva okkum far um, so hevur ein møguligur keypari ikki hesi minnini.

Skalt tú selja títt heim, mæla vit tær til at seta tíð av til at gera heimið klárt til sølu. Vit hava savnað nøkur góð ráð, soleiðis at heimið hjá tær kann vísa seg frá síni bestu síðu.

Uttanfyri

• Mála garðin - eigur tú máling eftir frá seinast, tú málaði garðin, trykkspula og mála            garðin.

• Lúka ókrút burtur - hampa um innkoyringina og heinta ókrút.

• Slá grasið - einki er sum nýsligið gras, so set tíð av til tað.

• Rudda bilhúsið - bilhús verða ofta nýtt sum goymslurúm til størri lutir. Goym ella bein        burtur lutir, sum tú ikki brúkar. Tað er umráðandi at vísa á møguleikar við bilhúsinum, og      tað ber best til, tá tað er ruddiligt.

• Fríðka um uttanfyri - set urtapottar við úthurðina, spula tún og rudda kring ognina.

Dururin

• Tað fyrsta keyparin sær - dururin er tað fyrsta keyparin sær, tá ið hann traðkar inn um      hurðina. Fá rúmið so lætt og ljóst sum gjørligt.

• Rudda klæðir og taskur burtur - dururin er vanliga merktur av einum gerandisdegi við        skúla- og ítróttartaskum, lyklatyssum og størri jakkum. Rudda burtur taskur og størri          jakkar, so rúmið tykist stórt og svalligt. Lat fá pløgg hanga frammi.

• Set skógvarnar pent - lat fá pør av skóm standa frammi og set tey fram við vegginum.      Tá tykist tað rúmligari.

Køkurin

• Køkurin skal vera innbjóðandi - tak eftir øllum yvirflatum eins og skápshurðum og              komfýri.

• Rudda køksamboð burtur - breyðmaskinan stendur kanska frammi í gerandisdegnum.        Rudda køksamboð burtur, soleiðis at borðplássið sýnist størri.

• Tøm ruskspannina - far út við ruskinum, so tað ikki luktar.

• Húsdjór - hevur tú húsdjór, er tað umráðandi at tøma møguligan kettubakkan, vaska          matskálir og dustsúgva djórahár.

• Ger kaffi - tá ein keypari kemur at hyggja at tínum heimi, er tað annað enn tað, eyguni       síggja, sum festir seg í minnið. Keyparar nýta allar sansir, og tí er umráðandi, at tað             angar væl. Ger kaffi – tað er hugnaligt og angar væl.

Baðirúmið

• Rudda burtur persónligt reinføri - tað er minni hugaligt at síggja brúkt rakibløð, hálvar        sjampodunkar og leivdir av tannkremi í vaskinum. Rudda og vaska hetta burtur.

• Lufta væl út - lat vindeygu upp og lufta út, so er frískligari.

• Hang reint handklæði upp - tað fær baðirúmið at sýnast reint.

• Vaska - vaska kummuna, brúsuna/baðikarið og vaskið.

• Rudda skitin klæðir burtur - rudda kurvina við skitnum klæðum burtur.

Kømur

• Drag gardinur frá - loyv ljósinum inn og lufta væl út, so tað kennist frískligt at koma inn.

• Reið songina - ger kamarið innbjóðandi við at reiða songina og legg seingjarteppi á, um      tú eigur eitt.

• Rudda klæðir burtur - legg klæðini saman, legg tey í klædnaskápið og rudda náttborðið.

Stovan

• Vaska vindeygu - loyv ljósinum innum, soleiðis at stovan tykist rúmlig. Tak eftir                  vindeygunum, so tú sært út – tað ger mun.

• Hugna um - tendra ljós og set eina skál við onkrum leskiligum á borðið. Hampa um            sofuna og legg pútur og teppir pent. Eru leikur hjá børnunum í stovuni, rudda tey í ein          kassa.

• Set blómur á borðið - heinta hagasóljur ella keyp eitt blómutyssi og set í ein vasa – tað      fær lív og litir í stovuna

Tað fremur søluna, at heimið er ruddiligt og reint, og við at raðfesta góðu ráðini, økir tú um virðið á ognini. Tað er ikki neyðugt at gera stórar ábøtur ella umvælingar. Hugsa um hetta sum ein síðsta løta í tínum heimi, sum onnur nú fara at fáa gleði av.

Samanumtikið eru hetta okkara bestu ráð til tín

Lufta væl út

Tak eftir við máling, har tørvur er á tí

Ger arbeiðið liðugt, sum er í gongd

Rudda og vaska

Slá grasið

Hugna um bæði innan og uttan

Smyr hurðar og vindeygu við olju, so tey ganga væl

Er lán í ognini

Ger tær tankar um, nær ein møguligur yvirtøkudagur kann vera. Er lán í ognini, eru ymisk viðurskifti og møguligar freistir, sum tú skalt taka hædd fyri, áðrenn keyparin kann yvirtaka ognina. Set teg í samband við tín kundaráðgeva, sum kann vegleiða teg.

Tú ert altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvat loysir seg at gera. Tað kostar einki, og vit hava royndirnar. Vit leggja storan dent á, at tað skal vera einfalt, trygt og ómakaleyst fyri teg at selja hjá Betri Heim. Set teg í samband við okkum á 348 900 ella skriva til heim@betri.fo