At keypa

Tá ið tú finnur dreymaheimið, skalt tú ofta handla skjótt. Tí er tað umráðandi, at tú hevur tosað við ein fíggingarstovn fyri at staðfesta fíggjarliga grundarlagið, hvussu stóra íløgu tú klárar at lyfta, og hvussu nógv tú kanst bjóða / keypa fyri.

Set teg í samband við okkum og avtala framsýning.

Tað liggur á tær sum keypara at tryggja tær, at heimið, ið tú keypir, er í tí standi, tú væntar. Vit ráða tær tí til, at tú søkir tær stuðul, vegleiðing og ráðgeving frá fakfólki, sum tú kanst ráðføra teg við, tá hugt verður eftir heiminum.

10. desember 2021 varð løgtingslóg nr. 158 sett í gildi um at keypa fastogn í Føroyum. Persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella áður hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, og ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt 5 ár, kunnu frítt keypa fastogn í Føroyum. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, sum hava høvuðssæti í Føroyum, kunnu á sama hátt keypa fastogn í Føroyum. Er fastognin ognað sbrt. § 3 í lógini, krevst ikki loyvi. Onnur skulu søkja Føroya Landsstýri um loyvi.

Ynskir tú at bjóða, kann tað gerast beinleiðis frá heimasíðuni.


 
Mannagongd fyri boðgeving:

  • Fyri at bjóða krevst, at tú hevur váttan um fígging frá fíggingarstovni tínum.

  • Innrita teg í "Mítt Betri Heim", útfyll boðskjalið, knýt fíggingarváttan við, um tú hevur hana, og send til okkum. Ella prenta boðskjalið út frá "At keypa", fyll út og send okkum tað aftur undirskrivað í telduposti saman við fíggingarváttan. Tú ert eisini vælkomin á skrivstovuna, so hjálpa vit tær.

  • Boðið skal standa við í minsta lagi 48 yrkatímar.

  • Minsta mark fyri hægri boðgeving er kr. 25.000, og kr. 10.000 fyri ognir við prísuppskoti niðanfyri kr. 500.000.

Tá talan er um opið hús, verður tikið ímóti boðum aftaná, at opið hús er hildið.

Gev gætur! Boð eru einans galdandi saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni. Boð eftir kl. 16.00 gerandisdagar eru galdandi frá kl. 10.00 morgunin eftir.

Keypið kann iðrast skrivliga innan 6 yrkadagar ímóti at rinda 1% í viðurgjaldi av keypsupphæddini. Keyp til vinnulig endamál eru ikki fevnd av iðranarrættinum.

Góð ráð til keypara:

  • Kanna fígging frá peningastovni

  • Skráset teg í okkara sjálvvirkandi keyparasavni

  • Bílegg tíð, so vit saman kunnu finna røttu loysnina

Hugsa um og raðfest:

  • Staðseting

  • Slag

  • Stødd

  • Kømur

Heinta boðskjal